Lýsing
Hevur tú hegni til ráðgeving og projektering av tekniskum avbjóðandi uppgávum? So er tað møguliga tær vit leita eftir. Vit sóknast eftir fakliga sterkum fólki innan el og maskintekniska arbeiðsøkið.
Vit eru áhugaði at hoyra frá royndum sum óroyndum við viðkomandi útbúgving, so sum verkfrøði ella maskinmeistara. Starvstaðurin er á einum av okkara skrivstovum, í Klaksvík, Tórshavn ella Keypmannahavn.
Um teg
- Viðkomandi hægri útbúgving
- Góðar samskiftisførleikar í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
- Góðar KT- førleikar
- Viðkomandi royndir er ein fyrimunur, men ikki ein treyt
Leiklutur og møguleikar
Sum starvsfólk hjá SMJ gerst tú partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi við ymiskum serkunnleikum. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum í Føroyum og í okkara grannalondum. Tú kemur at arbeiða tvørfakliga saman við starvs- og samstarvsfeløgum við spennandi og avbjóðandi uppgávum.
Vit leggja stóran dent á at kundin, uppgávurnar og samstarvið eru í fokus.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Soleiðis søkir tú
Um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, so ert tú vælkomin at senda umsókn, CV og prógv til starv@smj.fo. Í umsóknini verður tú vinarliga biðin um at greiða frá tínum persónligu eginleikum og motivatión fyri starvinum.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og so hvørt tær koma inn. Umsóknarfreist er 1. juni. Um tú ert áhugað/-ur, ert tú vælkomin forbí til eitt prát áðrenn tú sendir umsókn.
Nærri upplýsingar um starvsmøguleikarnar fáast við at venda sær til Pætur Jakobsen, tlf. 233500 ella teldupost paj@smj.fo.
Les meir um okkum á www.smj.fo og www.smjaqua.com
SMJ er eitt ráðgevaravirki við 40 starvsfólkum. Vit hava skrivstovur í Klaksvík, Tórshavn og Keypmannahavn og uppgávur í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi. Okkara arbeiðsøkir eru innanfyri teknisk og lívfrøðilig viðurskiftir, serliga í byggi- og alivinnuni. Umframt hetta, fyllir orka og burðardygga menningin nógv í okkara arbeiði.