Lýsing
Hevur tú hug at arbeiða við fólki við sálarligum avbjóðingum? So hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkatoyminum í sosialpsykiatriini í Norðoyggjum/Eysturoy, sum eisini hevur tilknýti til Virknis- og tilhaldsstaðið “Gloym meg ei” í Klaksvík.
Um starvið
Talan er um eitt starv 30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður gerandisdagar millum kl. 8 og kl. 16. Tó kann væntast, at arbeitt verður okkurt kvøld av og á.
Uppgávur
Arbeiðið sum stuðulsfólk í sosialpsykiatriini er at stuðla/ráðgeva heimabúgvandi borgarum í aldrinum 18-67 ár í teirra persónligu, sosialu og praktisku viðurskiftum.
Vit arbeiða við at stuðla og styrkja tað einstaka menniskjað. Hetta verður gjørt m.a. við mentortilboði og stuðulsátøkum í samstarvi við tann einstaka.
Stuðulsfólkið hevur til uppgávu at virka sum hjálp til sjálvhjálp, har endamálið er at borgarin fær møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív, sum til ber.
 
					 
         
        