Lýsing
Almannaverkið søkir eftir fólki til sosialpsykiatriina í Norðoyggjum og í Eysturoy. Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja 01.04.2025 ella skjótast gjørligt.
Arbeiðstíðin er gerandisdagar millum kl. 8 og kl. 16. Tó kann væntast, at arbeitt verður okkurt kvøld av og á.
Uppgávur
Um tú ynskir at arbeiða við fólki við sálarligum avbjóðingum, so hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkatoyminum í sosialpsykiatriini í Norðoyggjum og Eysturoy, sum eisini hevur tilknýti til Virknis- og tilhaldsstaðið “rógv” í Klaksvík.
Arbeiðið er at stuðla og ráðgeva heimabúgvandi borgarum í aldrinum 18-67 ár í teirra persónligu, sosialu og praktisku viðurskiftum. Vit stuðla og styrkja tað einstaka menniskja. Hetta verður gjørt m.a. við mentortilboði og stuðulsátøkum í samstarvi við tann einstaka.
Uppgávan er at virka sum hjálp til sjálvhjálp, har endamálið er at borgarin fær møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív, sum til ber. Talan er um eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, sum tekur útgangsstøði í veruleikanum og avbjóðingunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða við støði í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit í relatiónum tilvitað arbeiða viðurkennandi við støði í sterku síðunum hjá borgaranum