LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
14. november 2022
Útgongur
18. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær fjølbroyttar uppgávur og at hava nógvar bóltar í luftini í senn? Ert tú vælskipað/ur og hevur tú gott yvirlit?

Starvsfólkadeildin á Landssjúkrahúsinum leitar eftir einum nærløgdum og tænastusinnaðum starvsfólki til ymsar fyrisitingarligar uppgávur og uppgávur, har tú fært ein samskipandi leiklut.
Á Landssjúkrahúsinum røkja umleið 1.000 starvsfólk týðandi uppgávuna at veita øllum í Føroyum eina dygdargóða heilsutænastu alt lívið.

Starvsfólk eru tað týdningarmiklasta tilfeingið á Landssjúkrahúsinum, og tí er ein høvuðsuppgáva hjá starvsfólkadeildini at verða teimum ein hollur stuðul í teirra dagliga arbeiði.

Starvsfólkadeildin fevnir um eina breiða viftu av uppgávum innan ymisk øki. Tú kemur at verða ein lyklapersónur í samskiftinum inn og av deildini, umframt at tú skal røkja fleiri av fjølbroyttu fyrisitingarligu uppgávunum á deildini.

Hesar eru millum annað

  • At leggja lýsingar út og tað praktiska í samband við lýsingar
  • At taka sær av felags telduposti hjá deildini
  • At verða skrivari og samskipa ymiskt fyri leiðaran
  • At umsita tænastuferðir
  • At samskipa vikarar
  • At gera ymisk skriv
  • At samskipa praktikktíð hjá skúlanæmingum
  • At umsita Spectra íbúðarskipanina
  • At skráseta starvsfólk
  • Kunna um nýggj starvsfólk
  • Telefonavgreiðsla
  • Aðrar ad hoc uppgávur á deildini

Dentur verður lagdur á:

  • Tú ert útbúgvin skrivstovufólk, ella hevur førleikar ella royndir, sum svara til tað sama
  • Tú dugir at brúka teldu og tað fellur tær lætt at seta teg í telduskipanir
  • Tú dugir væl at orða teg

Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar, og tí vænta vit at tær dámar væl at arbeiða við ymiskum uppgávum, dugir at hava eitt gott yvirblikk og ert fleksibul.

Vit ynskja ein vælskipaðan, tænastusinnaðan og álítandi persón, sum fellur náttúrligt inn í okkara toymið á Starvsfólkadeildini.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Selmu Herup,starvsfólkaleiðara á t-post: selma@ls.fo ella tlf.: 286863

Umsóknarfreistin er tann 18. november 2022

Søk starvið her

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Vinnuráðgevi   Faroe Islands nýtt
3. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið