Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið leitar eftir starvsfólki við góðum samskiftishegni at arbeiða á stovni í Hoyvík, sum er fyri ung fólk við autismu.
Um starvið
Eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja 01.07.2022 ella eftir nærri avtalu. Avtala kann gerast um niðursetta tíð, um ynski er um tað.
Arbeitt verður í skiftandi dag-, kvøld- og vikuskiftisvaktum. Møguliga kann talan eisini blíva um náttarvaktir.