Lýsing
Í Sunset Boulevard hava vit nógv at gera hvønn dag, og leita vit í løtuni eftir einum starvsfólki til fulltíðarstarv.
Sum starvsfólk hjá okkum kemur tú at standa við kassan, gera mat og aðrar fyrifallandi uppgávur.
Týdningarmiklasta uppgávan hjá okkara starvsfólkum er at geva kundunum eina góða uppliving, so góða, at teir hava hug at koma aftur.
Tí er tað umráðandi, at vit átaka okkum tær ymsu uppgávurnar við einum smíli 🙂
Talan er um skiftandi vaktir, bæði dag- og kvøldvaktir og annaðhvørt vikuskiftið.
Er tað tær vit leita eftir? Send okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2210.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Sofia Nikolaidou, matstovuleiðara, á telefon 788021.
Ynskiligt er, at tú kanst byrja beinanvegin.