Tórshavnar kommuna
Lýsing
Søkt eftir verkfrøðingi ella líkinandi at arbeiða við planlegging, verkætlanum og myndugleikauppgávum á Teknisku deild hjá kommununi.
UM STARVIÐ
Talan er um fast starv, har høvuðsuppgávurnar eru at menna, røkja og viðlíkahalda kloakk- og regnvatnsskipanina í Tórshavnar kommunu. Harumframt at styrkja fakliga førleikan og fyrisitingarligu orkuna innan arbeiðsøkið, sum m.a fevnir um allar leiðingar í jørð, við høvuðsdenti á kloakkering og yvirflatuvatni.