Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Útgivið
31. december 2024
Útgongur
19. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hjálp okkum at tilbúgva Føroyar.

Um starvið
Vit leita eftir einum ágrýtnum og dugnaligum starvsfólki, sum skal vera við til at tryggja, at tilbúgvingin í Føroyum er væl skipað og dagførd. Starvið er spennandi og fjøltáttað, og tú fært møguleika at arbeiða við tilbúgving, samskipan og váðagreiningum í einum almennum og týdningarmiklum høpi.

Høvuðsuppgávur

  • Tryggja, at ein lýsing av allari tilbúgvingini í Føroyum altíð er dagførd og væl skipað, við greiðum ábyrgdar- og uppgávubýti millum myndugleikar og onnur.
  • Útinna og dagføra greiningar av ábyrgdarbýti, samskipan, váða, viðbrekni og dimensionering.
  • Viðvirka til at menna og viðlíkahelda eina váðamynd fyri Føroyar, sum fevnir um ymiskar váðar og teirra ávirkan.
  • Viðvirka til at skipa kjarnorkutilbúgvingina í Føroyum.
  • Ráðgeva myndugleikum, kommunum, fyritøkum og feløgum um váða- og tilbúgvingarmál og umsita eftirlitsuppgávur á økinum.
  • Taka lut í lógararbeiði og menna nýggjar reglugerðir og leiðbeiningar.
  • Umsita málsviðgerð innan tilbúgving.

Førleikakrøv

  • Hóskandi útbúgving.
  • Royndir innan tilbúgving, váðastýring ella samskipan – ella aðrar royndir, ið kunnu setast í samband við virkisøkið.
  • Evni at síggja heildina í einum tvørgangandi virkisøki, men eisini duga at fara í smálutir, tá tørvur er á tí.
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Góð evni at samskifta á bæði føroyskum og enskum. Fyrimunur er, um tú eisini megnar at samskifta á norðurlendskum málum.
  • Dugni at miðla fløktar spurningar á ein greiðan hátt, bæði munnliga og skrivliga.
  • Vit leggja harumframt dent á, at tú hevur eitt jaligt og stuðlandi lyndi og sjálv/-ur viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi á stovninum.

Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Tú verður ein partur av einum týdningarmiklum arbeiðsøki, har tú kanst gera mun fyri bæði einstaklingar og samfelagið sum heild.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um fast starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Starvsheitið er eftirlitsfólk.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er sunnudagin tann 19. januar 2025 klokkan 12:00. Umsóknir við prógvum, lívsrensli (CV) og møguligum ummælum skulu sendast til umsokn@arb.fo.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Óla á Grindafløtti, deildarleiðara, á telefon 23 64 54 ella við telduposti á og@arb.fo.

Trygdargóðkenning
Tann ið verður settu/-ur má hava reina revsiváttan og vera sinnað /-ur at søkja um trygdargóðkenning. Tað er ein treyt fyri setanina, at viðkomandi fær og varðveitir trygdargóðkenningina í starvstíðini.

Um stovnin
Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvismálaráðnum og Løgmálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, samskipan av tilbúgving, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, ið stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið