Lýsing
Søkt verður eftir starvsfólki til Tilhaldið í Nólsoy. Tað er møguligt at deila starvið millum tvey starvsfólk, um ynski er um tað. Starvsbyrjan er 15. august 2025 ella eftir avtalu.
Tilhaldið í Nólsoy er opið týsdag og hósdag frá kl. 10 til 17, har kunna borgarar í Nólsoy møtast til ein kaffimunn, hugna, binda og spæla kort v.m. Eisini verður skipað fyri útferðum til onnur tilhald, og um veðrið er til vildar, so einum lítlum gongutúri.
Starvið er á brøk 0,5, svarandi til 20 tímar um vikuna. Í hesum tímunum liggur eisini at halda húsið reint og ruddiligt.
Søkt verður eisini eftir heilsurøktara / heilsuhjálpara / hjálparfólk til avloysara í heimatænastuna at arbeiða triðjahvørt vikuskifti og eftir tørvi. Hetta kann setast skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Heimatænastan fevnir um røkt og viðgerð heim hjá borgarunum. Í løtuni eru eini 8-10 borgarar knýttir at heimatænastuni.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144620