Lýsing
Av vaksandi virksemi søkja vit eftir starvsfólki til timburarbeiði atbyrja, skjótast gjørligt.
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag?
Vit hava nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, og tú kemur at arbeiða í toymum runt um í Føroyum.
Vit vænta, at tú
- hevur drúgvar royndir frá timburarbeiði
- ert arbeiðssamur/-som
- ert røkin og nærlagdur/løgd
- ert álítandi
- hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
- Nútímans útgerð.
- Persónliga og fakliga førleikamenning
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi
Lønin og setanartreytir
Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara, telefon 226117.
Umsókn
Tú søkir starvið her. Freistin at søkja starvið er 10. juli 2023.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 270 fólk.
sí lýsing herhttps://www.articon.fo/fo/leys-storv/starvsfolk-til-timburarbeidi-hja-articon/