MTV-Byggjuvirkið
Lýsing
Arbeiðsuppgávur:
- Uttandura timburarbeiðið
- Innandura timbur- og gipsarbeiðið
- Gólválegging
- Ymiskt umvælingararbeiði innan og uttan
Tínir førleikar:
- Tú hevur viðkomandi útbúgving innan handverk.
- Tú hevur góðar persónligar eginleikar, sum m.a. umfata at verða væl skipaður, jaligur, álítandi, arbeiðssamur, sjálvstøðugur, og hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
Vit bjóða:
- Fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur í eini góðari fyritøku í vøkstri. Vit leggja stóran dent á, at okkara byggiverkætlanir eru væl skipaðar í øllum liðum líka frá projektering til bygningurin verður latin eigara.
- Góðar setunartreytir og løn sambært avtalu.
Um okkum:
MTV-Byggivirkið er ein byggifyritøka, ið tekur sær av allari bygging frá a - z, alt frá umvælingum, sethús, íbúðarbygningar, virkir og størri bygningar. MTV-Byggivirkið er ein fyritøka í vøkstri og menning og er í gongd við nógvar og fjølbroyttar byggiverkætlanir. Starvsfólkatalið er í dag 70-80.
Ynskir tú at hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 363030 ella mtv@mtv.fo
Umsókn við avrit av prógvum og CV skulu sendast til mtv@mtv.fo
Seinasta freist at søkja er 16.02.2025