Lýsing
UM STARVIÐ
Eitt barnsburðarfarloyvisstarv 32 tímar um vikuna at byrja 03.01.2024 til 31.12.2024. Arbeiðstíðin er gerandisdagar í dagtímum og starvsstaðurin er í Streymoynni.
ARBEIÐSUPPGÁVUR
Í toyminum arbeiða vit við heimabúgvandi fólkum í aldrinum 18-67 ár, sum hava skerdar førleikar av ymiskum slag.
Út frá virkisætlanum arbeiða vit við at stuðla fólkinum, soleiðis at viðkomandi fær ein mennandi og gevandi gerandisdag. Eisini verður arbeitt við at stuðla fólkunum til at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív sum til ber.
Talan er um spennandi og sjálvstøðugt starv, sum tekur útgangsstøði í veruleikanum og avbjóðingunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða við støði í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit í relatiónum tilvitað arbeiða viðurkennandi við støði í sterku síðunum hjá borgaranum
FØRLEIKAR
Útbúgving sum námsfrøðingur ella heilsufakliga útbúgving. Neyðugt er at hava koyrikort til persónbil, at vera sterk/ur til likams og sálar og vanligan KT-førleika.
Um eingin við nevndu útbúgvingum søkir, kann hjálparfólk verða fyribilssett.
VÆNTANIR
Vit vænta at tú hevur eina jaliga menniskjafatan og at tú fært borgaran at kenna seg virdan, hoyrdan og sæddan. Vit vænta eisini, at tú við eldhuga setir teg inn í avbjóðingarnar, sum borgararnir hava í gerandisdegnum. Tað hevur týdning, at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og sært týdningin av góðum samstarvi. Eisini væntað vit at tú hevur góð samstarvsevnir, ert opin fyri nýhugsan og avbjóðingum, ert fleksibul og hevur evni til at leggja til rættis og raðfesta tað dagliga arbeiðið.
Væntað verður, at tú virðismetir ymisleikar hjá borgarum og ert fyrikomandi og hjálpsom/hjálpsamur. Eisini vænta vit, at tú hevur áræði og kanst virka og trívast í einum arbeiðsdegi, ið ikki altíð kann sigast nakað um frammanundan.
SETANAR- OG LØNARVIÐURSKIFTI
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum í eindini Sosialpsykiatri. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til at fevna um aðrar uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála við millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Ergoterapeutfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelagið.
UMSÓKN
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".
FREIST
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 23.11.2023 kl. 23.00.
NÆRRI UPPLÝSINGAR
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Andreu L. Petursdóttir, Eindarleiðara á tlf. 297449 ella Ásu Krossteig, leiðara á tlf. 297463. ella á telduposti asak@av.fo