Lýsing
Eitt starv á 40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er gerandisdagar í dagtímum. Arbeitt verður útfrá Tórshavn og arbeiða vit í Steymoynni og Eysturoynni.
Arbeiðsuppgávur
Í toyminum stuðla vit heimabúgvandi borgarum í aldrinum 18-67 ár, sum hava skerdar førleikar av ymiskum slag. Eftir virkisætlanum stuðla vit teimum til at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív sum til ber, og arbeiða fyri at tey fáa ein mennandi og gevandi gerandisdag. Talan er um spennandi og sjálvstøðugt starv, sum tekur útgangsstøði í veruleikanum og avbjóðingunum hjá tí einstaka.
Starvsfólk til toymið, sum er fyri borgarar við skerdum førleikum