Lýsing
Dámar tær at arbeiða við umhvørvismálum og ynskir tú at verða við til at tryggja at vit hava eitt gott og reint umhvørvi, so hevur Tórshavnar kommuna eitt spennandi starv at søkja.
Tórshavnar kommuna vil gerast enn grønari, soleiðis at borgarar hava eina góða lívsgóðsku í einum reinum umhvørvi.
Alt virksemi í kommununi skal taka støði út frá umhvørvispolitikkinum »GRØNA LEIÐIN«, sum setir høg mál – bæði fyri kommununa sum heild og kommununa sum virki.
Tú verður partur av einum toymi, sum arbeiðir tætt saman, fyri at náa teimum málum sum kommunan hevur sett, og vit stremba eftir at hava eitt gott arbeiðspláss, har tú fært ávirkan og kemur at trívast og mennast.
Umframt dagliga fyrisitingarliga arbeiði, skipar deildin á hvørjum ári fyri umhvørvisviku, EartHour, ruddingardøgum og øðrum tiltøkum, sum gagnar umhvørvinum og burðardyggari samfelagsmenning.
Tú kemur at hava dagligt samband við borgarar, vinnu og onnur starvsfólk í fyrisitingini, baði í sambandi við fyrisitingarlig mál og tá talan er um at samstarva um tiltøk, politikkar og annað.