Umhvørvisstovan
Útgivið
19. december 2024
Útgongur
17. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Umhvørvisstovan søkir starvsfólk til at gera umhvørviskanningar innan altjóða verkætlanina Arctic Monitoring and Assessment Progamme (AMAP). AMAP er ein verkætlan undir Arktiska Ráðnum, sum hevur til endamáls at fylgja við dálkingarstøðuni í umhvørvinum í arktiska økinum.

Til ber at lesa meira um AMAP-verkætlanina her.

Starvið
Verkætlanin snýr seg um at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum. Arbeiðið fevnir m.a. um at taka sýni, viðgera dátur og skriva frágreiðingar og greinar, umframt ymisk fyrifallandi arbeiðið.

Starvið verður skipað á deildini Vernd, og tú verður partur av granskingartoyminum á deildini.

Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú MSc í lívfrøði, evnafrøði ella líknandi. Tað er
umráðandi, at tú hevur tøkniligt tev og hevur lætt við at seta teg inn í nýggj forrit og
telduskipanir. Tú dugir væl at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum, er
nærlagdur/nærløgd og hevur koyrikort.

Góðir førleikar innan dátuviðgerð og forrit, sum t.d. R, SQL, ella GIS, er ein fyrimunur.

Setan
Starvið er tíðaravmarkað til fyribils tvey ár við møguleika fyri leingjan. Starvsbyrjan er
skjótast gjørligt ella sambært avtalu. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan, Argir.
Viðkomandi, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. januar 2025.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hoydal, umhvørvisgranskara
og toymisleiðara á teldupostur katrinh@us.fo , tlf. 234371, ella Siggu Jacobsen,
deildarleiðara á Vernd, teldupostur siggaj@us.fo , tlf. 234346.

Til ber at søkja starvið her.

Um Umhvørvisstovuna
Umhvørvisstovan er stovnur undir Umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um
virkisøkini náttúru- og umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og
elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og
landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan leggur seg eftir at skipa arbeiðið, soleiðis at
starvsfólk hava javnvág millum arbeiðslív og privatlív. Umhvørvisstovan heldur til á
Traðagøtu 38 á Argjum. Umhvørvisstovan eggjar øllum skikkaðum umsøkjarum,
uttan mun til persónligar umstøður, til at søkja starvið.

Tú kanst lesa meira um Umhvørvisstovuna her .

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið