Lýsing
Hevur tú hug til eitt spennandi og áhugavert starv við nógvum samskifti úteftir?
Tvey størv sum umsitarar av lestrarstuðli eru leys at søkja á Studna. Annað starvið er fast ¾ tíð og hitt starvið er ½ tíð, tíðaravmarkað til 1. desember 2023.
Størvini fevna millum annað um:
- Umsiting av lestrarstuðli, ferðastuðli, verkætlanarstuðli, ÚSUN og lestrarlán
- Telefon og avgreiðslu
- Umframt aðrar skrivstovuuppgávur
Vit vænta, at tú:
- Hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
- Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir
- Hevur góðar førleikar til at arbeiða sjálvstøðugt
- Dugir væl at samskifta bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum
Setanar- og lønartreytir
Størvini eru lønt í 4. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Vit eru í eini broytingartilgongd, har tú verður partur av at skipa arbeiðið. Tú mást tola møguligar broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til at fevna um aðrar uppgávur.
Umsókn
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast við telduposti á umsokn@studni.fo ella til:
Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. januar. Starvið verður sett skjótast til ber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Jørgen Meitilberg, leiðara á Studna, tel. 555080.
Studni, ið er partur av Undirvísingarstýrinum, umsitur lestrarstuðul og lestrarlán til lesandi í Føroyum, umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og ÚSUN, sum er lestrarstuðul og lestrarlán til lesandi uttanfyri Norðurlond.