LANDSBÓKASAVNIÐ
Útgivið
24. oktober 2022
Útgongur
7. november 2022
Staður
J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
annikas@landsbokasavnid.fo

Lýsing

Vit søkja eftir starvsfólki til umsitingina á Landsbókasavninum at seta 1. desember ella skjótast til ber.

Hevur tú útbúgving innan skrivstovuyrkið ella aðra viðkomandi útbúgving og hevur tað týdning fyri teg at veita góða tænastu og hava ábyrgd? Ynskir tú eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har tú í gerandisdegnum hevur samband við nógv ymisk fólk? So ert tú møguliga tann vit søkja eftir.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um

  • at umsita stuðulsjáttanirnar sum Landsbókasavnið umsitur
  • at umsita goymslurnar á stovninum
  • í toymum m.a. at arbeiða við umsiting av elektroniskum skipanum so sum e- og ljóðbøkur á netinum og umsiting av Wired Relations.
  • at starvast í móttøkuni
  • annað skrivstovuarbeiði

 

Førleikakrøv

  • viðkomandi útbúgving innan skrivstovuyrkið ella aðra viðkomandi útbúgving

.        talskil. Kunnleiki til Excel er ein fyrimunur

.       góðan teldukunnleika á brúkarastøði

  • góðan tænastuhugburð
  • Góð samstarvsevni
  • sjálvstøðugt arbeiðslag
  • góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv í einum spennandi bókasavnsumhvørvi í menning. Í løtuni eru vit 20 starvsfólk ið mynda stovnin.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja 1. desember 2022. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 7. november 2022.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð, tlf. 340511

Hevur hetta áhuga
kanst tú senda skrivliga umsókn, saman við avritum av prógvum og yrkisleið (cv) til:

Anniku Smith, Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

Um okkum
Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu.

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið