Lýsing
Kom og starvast hjá okkum á Oyrarbakka, har hugni, samvera og fitt ung fólk mynda kvøldini.
Ungdómshúsið søkir eftir einum starvsfólki at byrja skjótast tilber, til 2 kvøld um vikuna.
Ungdómshúsið er staðsett á Oyrarbakka, og umstøðurnar eru góðar. Rundan um ungdómshúsið er ítróttarhøll, svimjihylur og fótbóltsvøllur. Inni í ungdómshúsinum eru instrument, borðtennisborð, borðfótbóltsborð, playstation, billiardborð, deiligur køkur, uppvørpa, hátalarar, kreativt tilfeingi, sjónvarp, sofur og stór aula. Saman við ungdóminum skapa vit hugnalig kvøld, har samvera, kreativitetur og upplivingar vera høgt mett. Í ungdómshúsinum føla vit okkum heima - vit eta og baka og hugna okkum, og skapa ein avslappaðan hýr, har øll eru javnmett.
Vit ynskja
Vit ynskja okkum eitt ábyrgdarfult starvsfólk, ið megnar at seta ting í verk og gjøgnumføra tey. Vit ynskja ein jaligan hugburð, góð samstarvsevni og evni til at arbeiða við ungum.
Útbúgving er ikki eitt krav.
Setanartreytir
Starvið er ásett til 9 tímar um vikuna og er lønt eftir sáttmála hjá Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Umsókn, cv og annað skal sendast til teldupost garnhusid@gmail.com
Freist
Freistin at senda umsókn er 8. januar 2025.
Hava tit spurningar til starvið, kunnu tit venda tykkum til Jórunn Gudmundsen, leiðara, á tlf 259986