Lýsing
Nýtt apotek letur eftir ætlan upp í Miðvági um mánaðarskifti marts/apríl 2025.
Sostatt leita vit eftir ágrýtnum starvsfólki sum koma at mynda apotekið.
Vit hava tørv á trimum farmakonomum og einum hjálparfólki. Starvsbrøkirnir eru 30 tímar vikuliga.
Farmakonomarnar hava kundakontaktina og hava millum annað til arbeiðsuppgávu at
- Vegleiða við dagførdari vitan um heilsu, sjúku og viðgerð
- Samstarva við aðrar fakbólkar um heilivágstænastur og kunning
- Útinna heilsukanningar
Arbeiðsuppgávan hjá hjálparfólkinum verður í størsta mun vøruhandfaringin, men eisini at fremja dagliga reingerð og at ganga til handa.
Apotekið verður skipað sum ein deild undir Norðoya Apotek og kemur eitt ávíst samstarv at verða millum hesi bæði apotekini. Broytingar í starvinum kunnu koma fyri.
Vit leggja dent á at tú:
- dámar væl at veita kundum góða tænastu
- ert fyrikomandi, álítandi og ágrýtin
- møtir væl upp
- er fleksibul
- hevur telduførleikar ella er fús/ur at tilogna sær slíkar
Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv á einum spildurnýggjum arbeiðsplássi, har trivnaður og fjølbroytni í arbeiðsdegi og -uppgávum hevur høga raðfesting.
Størvini verða sett frá 17.marts ella eftir avtalu. Farmakonomstørvini verða lønt eftir galdandi sáttmála millum FMR og Farmakonomforeningen og hjálparfólkastarvið eftir galdandi sáttmála millum FMR og Starvsfelagið.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. febr. 2025.
Vilt tú søkja farmakonomstarv skal tú senda umsókn umvegis hetta leinkið.
Vilt tú søkja hjálparfólkastarvið skal tú senda umsókn umvegis hetta leinkið.
Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til apotekara Nannu Knudsen á nanna@apotek.fo , ella leiðandi farmakonom Kristinu Niclasen á kristinani@apotek.fo