Vágs kommuna
Útgivið
30. maj 2023
Útgongur
9. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
12

Lýsing

Páls Høll søkir eftir eftir tveimum starvsfólkum frá. Talan er um eitt fast starv á 39 tímar um vikuna, við føstum arbeiðstíðum mánadag til fríggjadag at byrja 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu, og eitt parttíðarstarv sum lívbjargari annaðhvørt vikuskifti í upplatingartíðunum hjá Páls Høll at byrja skjótast til ber.

 

Starvsuppgávurnar eru m.a.:

  • Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari. Um tú ikki hevur staðið lívbjargararoynd, tá søkt verður, so skipar Páls Høll fyri hesum.
  • Ábyrgd av klárgerðing av Páls Høll í samband við almenna svimjing og tá tiltøk eru.
  • Dagliga reingerð í Páls Høll, herundir vask av klæðum.o.a.
  • Taka vatnroyndir og returskoling v.m.
  • Avgreiða kundar og sølu.
  • Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði.
  • Luttaka á fyriskipaðum fundum.

Sum starvsfólk verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.

Førleikar tínir:
Tú skalt duga væl at svimja, kunna standa lívbjargararoyndina, hava telduførleikar og duga væl at gera reint.

Tú skalt eisini:

  • vera fyrikomandi og tænastusinnað/-ur
  • duga væl at samstarva
  • vísa arbeiðssemi og nærlagni
  • hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • og um neyðugt, arbeiða hjá Vágs Kommunu á hallarøkinum, tvs. Páls Høll, Marghøllini og ítróttarøkinum vesturi á Eiðinum.

Løn og setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.

Umsókn
Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av p ógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi týsdagin 9. juni 2023 klokkan 12.00.

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð, hallarleiðari, á telefon 28 50 00 ella Petry H. Mortensen, kommunuskrivari, á telefon 73 30 08.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið