Almannaverkið
Útgivið
16. marts 2025
Útgongur
27. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Talan er um fast starv, hálva tíð, at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Tórshavn, og arbeitt verður vanliga mánadag til fríggjadag í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávur

VaktÆtlan er ein arbeiðsætlanarskipan, har vaktarskipanin hjá omanfyri 1000 starvsfólkum í Trivnaðardeplinum verður løgd til rættis og skrásett. Vaktætlanarskipanin er somuleiðis forskipan til lønarskipanina hjá Gjaldstovuni og er samkoyrd við hesari.

Vaktætlanarskipanin verður eisini nýtt til at fylgja við kostnaðinum av arbeiðsætlanunum og er tí týðandi partur av fíggjarstýringini í Trivnaðardeplinum.

Tú skalt í tøttum samstarvi við leiðslurnar í Trivnaðardeplinum tryggja, at starvsfólkini í Almannaverkinum altíð hava eina dagførda arbeiðsætlan í vaktætlanarskipanini, soleiðis at starvsfólkini fáa røttu lønina til røttu tíðina.

Ein av høvuðsuppgávunum er dagliga at røkja og dagføra arbeiðsætlanina. Talan er tí um at hava um hendi dagligu umsitingina av vaktætlanarskipanini, t.v.s. at gera skrásetingar í arbeiðsætlanini, gera tær broytingar, ið regluliga koma fyri, hava eftirlit við sáttmálum og ráðgeva og vegleiða leiðsluni. Harafturat er ávíst samskifti við Gjaldstovuna.

Starvsfólk til VaktÆtlanartoymið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið