Landssjúkrahúsið
Útgivið
12. juli 2024
Útgongur
25. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vaskaríið á Landssjúkrahúsinum søkir eftir trimum starvsfólkum at byrja 15.08.2024 ella skjótast til ber. Talan er um tvey størv, har arbeitt verður 35 tímar um vikuna og eitt fulltíðarstarv, har arbeitt verður 40 tímar um vikuna.

Vit arbeiða sum eitt toymið fyri Vaskaríið, sum vaskar klæði fyri Landssjúkrahúsið og aðrar stovnar. Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvið við góðum starvsfeløgum.

Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar umfata m.a. sortering, pakking, at lyfta og at rulla klæðir. Neyðug upplæring innan økið verður givin.

Arbeiðstíðin er gerandisdagar kl. 7-15 ella kl. 8-15. Tó er arbeiðstíðin í summarmánaðunum soleiðis, at tað viðhvørt eru bæði kvøld- og vikuskiftisvaktir.

Um teg

  • Góðan røkjuskap og gongur høgt upp í reinføri
  • Er fyrikomandi og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Tolir broytingar í arbeiðinum, og at tað til tíðir er nógv at gera

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um størvini fáast við at venda sær til Sunrid Mýlingstind, deildarleiðara, telefon 234599, ella t-post sunrid.mylingstind@ls.fo

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmálan millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er 25.07.2024 kl. 13:00.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara, visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið