Almannaverkið
Útgivið
4. oktober 2024
Útgongur
25. oktober 2024
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður

Lýsing

Ein av okkara námsfrøðingum fer at royna nýggjar leiðir, og tí søkir Almannaverkið eftir einum námsfrøðingi og einum avloysara til Verkhúsið Birta í Klaksvík. Talan er um virknishús, har vit í einum vælskipaðum námsfrøðiligum umhvørvi, virka fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum.

Um størvini

  • Eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja 01.11.2024.
  • Eitt avloysarastarv at taka til undir sjúku og ferium.

Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávur

Málbólkurin er fólk við autismu, sum hava tørv á nógvari hjálp í gerandisdegnum. Arbeiðsuppgávan hjá teimum, sum sett verða, eru tí nógvar og fjølbroyttar og snúgva seg í høvuðsheitinum um at virka fyri, at tann einstaki mennist sálarliga og kropsliga gjøgnum sansastimbrandi tiltøk og skapandi arbeiði. Vit arbeiða við støði í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi út frá sterku síðunum hjá tí einstaka.

Vit arbeiða út frá hugsjónini, at øll kunnu mennast óansæð avbjóðingar og við leggja dent á, at allir borgarar fáa møguleika at brúka síni evni og at menna sínar førleikar.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144616&DepartmentId=19170&MediaId=4615

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið