Lýsing
Hevur tú eitt gott eyga fyri førleikunum hjá eldri borgarum og dugur tú at brúka hesar til at skapa ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag fyri heimabúgvandi eldri borgarum? Kundi tú hugsa tær at verið við til støðugt tillagað eina nýggja tænastu í Økistænastuni, so er tað kanska tær vit leita eftir. Søkt verður eftir einum starvsfólkum at byrja 1. oktober 2025 ella skjótast gjørligt
Um starvið
Arbeiðsbrøkur er 0,75 svarandi til 30 tímum um vikuna. Arbeitt verður gerandisdagar.
Førleikar
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi, námsfrøðingi, heilsurøktara ella heilsuhjálpara.
Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar og er millum annað at virka fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum. Endamálið við virkisstovuni er at eggja aldrandi borgarum at vera virknir í egnum lívi. Dentur verður lagdur á rørslu, kost, heilsustimbran og fyribyrging í einum innihaldsríkum gerandisdagi, ið er merktur av trivnaði og hugnaligari samveru.
Í hesum starvinum hava persónligir eginleikar og fakligir førleikar stóran týdning. Vit vænta tí, at tú hevur hugflog og megnar at leggja til rættis virksemi, ið gevur meining fyri tann einstaka og harvið kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag.
Eisini verður væntað, at tú ert fleksibul, sýnir tol, dugir at síggja ymiskar og skiftandi tørvir og at handla í mun til hesar í tøttum samstarvi við starvsfelagar. Tí eru góð evni at samskifta, samskapa og leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum týðandi eginleikar.
Talan er um nýtt tilboð, sum støðugt skal tillagast, og tí verður væntað, at tú tolir broytingar, bæði í arbeiðstíð, kørmum og innihaldi.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við starvsfelagar, aðrar eindir í ØSS, borgarar og avvarðandi teirra.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Føroya Pedagogfelag ella FFS.
Um tú vilt vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Maiken Mohr Olsen, leiðara, telefon 793600 ella á teldupost ot(at)ot.fo
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skula sendast til t-post ot(at)ot.fo.
Umsóknarfreist 25. september 2025.