Visit Tórshavn
Útgivið
13. april 2026
Útgongur
23. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú fyrikomandi og hevur tú hug at arbeiða við ferðavinnu í Tórshavn?

Vit bjóða eitt spennandi starv á Visit Tórshavn við samskifti við føroyingar og ferðafólk úr øllum heiminum. Tú verður partur av einum sterkum toymi av góðum starvsfeløgum. Tín starvsstaður verður í Steinatúni í miðbýnum í Havn.

Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Tú hevur dagligu avgreiðsluna hjá Visit Tórshavn, har tú tekur ímóti ferðafólki og borgarum, vegleiður, selur og veitur ráðgeving. Uppgávurnar eru nógvar og ymiskar, so tú keðir teg ikki. Í høvuðsheitinum fert tú at røkja hesar uppgávur:

  • Kunning um Tórshavn sum ferðamál og tiltøk í býnum
  • Arbeiðið við heimasíðu og sosialum miðlum
  • Søla av Havnarkortum og øðrum
  • Hjálpa til við at samskipa tiltøk, eitt nú jólini, mentanarnáttina og mangt annað

Stutt sagt er starvið bæði fjølbroytt, spennandi og til tíðir krevjandi – men tað er eisini stuttligt og avbjóðandi.

Hjá okkum eru góðir møguleikar at læra og mennast í einum lívligum umhvørvi, har fáir dagar eru eins. Arbeiðsdagurin verður merktur av einari breidd av ymiskum uppgávum, har góð kundatænasta og greitt samskifti altíð er í hásæti.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta at tú:

  • Ert tænastusinnað/ur
  • Dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
  • Hevur góðan hug at læra og ert ágrýtin
  • Hevur kunnleika til og/ella áhuga fyri Tórshavn sum ferðamál
  • Dugir at skriva og orða teg á føroyskum, enskum og norðurlendskum
  • Hevur lokið miðnámsútbúgving, og/ella hevur aðrar viðkomandi royndir

Vit bjóða

Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum royndum toymi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, har tú fært góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning.

Starvs- og lønarviðurskifti

Starvið er fulla tíð og í høvuðsheitinum gerandisdagar í dagtímunum. Tó kunnu broytingar í summum førum koma fyri. Starvsstaður er hjá Visit Tórshavn í Steinatúni og lønin er eftir avtalu.

Umsókn og freist

Umsókn, við lívsrensli og viðkomandi skjølum, skal sendast til annikali@torshavn.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. apríl.

Starvsbyrjan er í juni 2026, ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Anniku Lisberg, stjóra, á annikali@torshavn.fo ella tlf. 285536.

Um Visit Tórshavn

Visit Tórshavn mennir áhaldandi ferðavinnuna í Tórshavnar kommunu, og inniber tað m.a. marknaðarføring, menning, vinnuferðavinnu og mangt annað. Aftrat ferðavinnuni stuðla vit undir handilsvinnuni, ídnaði, mentan og samskipa vit fleiri tiltøk í kommununi.

Hetta gera vit í samstarvi við almennar og privatar áhugapartar. Vit halda til mitt í hjartanum í Havn, har ið túsundtals ferðafólk vitja okkum á hvørjum ári.

Frá 2025 er virksemið hjá Visit Nólsoy lagt undir Visit Tórshavn.

Líknandi størv

Innsavnari til húsarhaldsposar   Faroe Islands nýtt
21. maj 2026
21. maj 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið