Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
31. juli 2024
Útgongur
16. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Starvsfólki til køkin í Norðoya Ellis- og Vistarheim frá 1. oktober 2024 ella eftir nærri avtalu. Starvsbrøkurin er 0,475, og arbeitt verður í dagtímum aðruhvørja viku, eisini annaðhvørt vikuskifti.

Endamálið við starvinum er at tryggja búfólkunum føðslugóðan kost eftir tørvi. Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um matframleiðslu, at leggja til rættis og samskipa, innkeyp og innaneftirlit. Hesar skulu fremjast í tøttum samstarvi við annað starvsfólk í køkinum á Norðoya Ellis- og Vistarheimi.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst kostfaklig útbúgving, so sum føðsluatstøðingur ella onnur kostfaklig útbúgving.

Um teg:

  • Tú hevur góð evni at samskifta og samskipa og megnar at hava yvirlit undir trýsti.
  • Tú megnar at arbeiða saman við starvs- og búfólkum í mun til teirra tørv og ynskir, og stuðlar soleiðis undir einum góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði í húsinum.
  • Tú ert fleksibul í mun til at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur.

Royndir frá stovnskøki kunnu vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.

Øllum starvsfólkum í NBH stendur í boði at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven & Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Kost & føðslufelagið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Dianu Johannessen, deildarleiðara á Norðoya Ellis- og Vistarheimi, á tel.+298 793420 ella við telduposti til dianaj@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 16. august 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið