Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
4. december 2024
Útgongur
17. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvsfólki við kostfakligari útbúgving til Heimið við Vágna á starvsbrøki 0,875 at byrja 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er mána- til fríggjadag frá kl. 8.00 til 15.00.

Á Heiminum við Vágna eru 24 pláss. Dagtilhaldið Búðatrøð húsast somuleiðis á Heiminum við Vágna, her vitja umleið 16 fólk dagliga.

Endamálið við starvinum er – í tøttum samstarvi við deildarleiðaran, eins og bú- og starvsfólk – at tryggja búfólkunum og øðrum borgarum á Heiminum við Vágna góðan og føðslurættan kost eftir tørvi. Harafturat er uppgávan stundum at standa fyri mati í sambandi við skeiðsvirksemi/undirvísing.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um matframleiðslu, har tú fert at samskipa, leggja til rættis og standa fyri innkeypi og innaneftirliti. Í køkinum starvast eisini tvey hálvtíðarsett hjálparfólk.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst kostfaklig útbúgving, so sum føðsluatstøðingur (ernæringsassistent) ella líknandi útbúgving.

Vit vænta:

  • At tú ert kreativ/-ur og hevur hugflog til at framleiða ein fjøltáttaðan kost.
  • At tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, og megnar at hava yvirlit undir trýsti.
  • At tú megnar at arbeiða saman við starvs- og búfólkum í mun til teirra tørv og ynskir, og soleiðis stuðlar undir einum góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði í húsinum.
  • At tú hevur KT-førleiki á brúkarastigi.

Royndir frá stovnskøki kunnu vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss við nógvum fakligum avbjóðingum.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Verða sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Kost- og føðslufelagið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Kristina Viderø Nysted, deildarleiðara á Heiminum við Vágna, á tel. 793440 ella við telduposti til kristinan@nbh.fo

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er týsdagin 17. desember 2025

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið