Almannaverkið
Útgivið
27. marts 2023
Útgongur
6. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bú- og viðgerðarstovnurin Heyggjarlon í Havn søkir starvsfólk við námsfrøðiligari, heilsufakligari ella sosialráðgevara útbúgving.

Um størvini

Talan er um tvey størv á 40 tímar um vikuna at byrja 01.05.2023 ella skjótast møguligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, allar dagar í vikuni.

Arbeiðsuppgávur

Bú- og viðgerðarstovnurin Heyggjarlon veitir viðgerð til børn og ung, har endamálið er at børnini mennast sálarliga, sosialt, kropsligt og kognitivt.

Talan er um námsfrøðiligt arbeiði, har tørvur er á at arbeiða tvørfakliga við teimum avbjóðingunum, sum børnini hava. Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina.

Uppgávan er at hava umsorgan fyri børnunum, at geva teimum eitt heimligt umhvørvi og námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningarmøguleikarnar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg, sum tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum. Umframt hetta verður arbe tt út frá Mentalisering, Low Arousal og Boardmaker.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er:

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið