Almannaverkið
Útgivið
10. juni 2025
Útgongur
26. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Talan er um eitt starv 30 tímar um vikuna at byrja 12.08.2025. Arbeitt verður gerandisdagar frá kl. 11 til kl. 17.

Arbeiðsuppgávur
Frítíðartoymið í Gerðagøtu er fyri borgarar sum hava autismu og í aldrinum 9 ár til 18 ár.

Uppgávan at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti. Vit menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir, geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, samstundis sum atlit verður tikið til, hvat borgarin megnar.

Uppgávan er somuleiðis at hava samstarv við avvarðandi hjá borgarunum og skúla.

Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag og arbeitt verður við at styrkja og stuðla børnini og tey ungu í sosialum leiðreglum, soleiðis at tey kunnu mennast og virka í felagsskapi og gerast meira sjálvbjargin.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.

Í frítíðartilboðnum er skráin fjølbroytt. Børnini gera ymisk ítriv, t.d. mála, tekna, spæla spøl, lesa søgur og annað, sum mennir motoriskar og bókligar førleikar. Eisini verða túrar gjørdir saman við børnunum og teimum ungu, sum koma í frítíðartilboðið.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144730&DepartmentId=19176&MediaId=4615

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið