ALMANNAVERKIÐ
Lýsing
sambýlinum í Niðarugøtu verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim. Við tí einstaka í miðdeplinum verður arbeitt við at varðveita og menna førleikar hjá borgarunum, so teir fáa umstøður at liva eitt so virðiligt og sjálvbjargið lív, sum til ber. Í sambýlinum búgva 4 borgarar, sum hava seinheilaskaða.
Um starvið
Talan er um eitt farloyvisstarv 40 tímar um vikuna frá 01.11.2022 til og við 31.10.2023. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í miðal annað hvørt vikuskifti.