ALMANNAVERKIÐ
Útgivið
14. oktober 2022
Útgongur
2. november 2022
Staður
Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um Skálagarð
Skálagarður er nýggjur bú-, endurmenningar- og umlættingstovnur við 15 íbúðum.
Skálagarður er ein depil fyri fólk við seinheilaskaða í aldrinum 18-67 ár. Hugtakið seinheilaskaði verður nýtt, tá heilaskaðin ikki er viðføddur, men íkomin seinni í lívinum.
Søkt verður eftir fólkum við námsfrøðiligari útbúgving, sum hava áhuga fyri at arbeiða við menniskjum, sum hava seinheilaskaða.
Í gerandisdegnum verður arbeitt við at varðveita og menna førleikar, har borgarin fær námsfrøðiligan stuðul og umsorgan í einum umhvørvi, sum stuðlar undir møguleikan at liva eitt so virðiligt og sjálvbjargið lív sum til ber.
Vilt tú gera mun fyri borgarar við seinheilaskaða við at arbeiða nervanámsfrøðiligt og menna nervanámsfrøðina í Føroyum, so er hetta júst nakað fyri teg.

Um starvið
Talan er um fulltíðarstørv at byrja 01.01.2023. Arbeitt verður í tvey- og trískiftisvaktum umframt døgnvaktum, har tú kanst vænta vikuskiftisvaktir 3. hvørt vikuskifti. Møguleiki verður at gera avtalu um lægri arbeiðsbrøk.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144196&DepartmentId=19140&MediaId=4615

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið