Føroya Banki
Útgivið
23. august 2024
Útgongur
15. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og royndum starvsfólkaleiðara við strategiskum tevi til at standa á odda fyri framhaldandi menningini av starvsfólkaøkinum í Føroya Banka-samtakinum.

Sum starvsfólkaleiðari hevur tú ábyrgd av at leiða Starvsfólkadeildina og starvsfólkaøkið í samtakinum í Føroyum og Grønlandi, og sostatt varðar tú av øllum starvsfólkaviðurskiftum í Føroya Banka, Trygd og Skyn.

Hvønn dag koma umleið 200 eldhugað og dugnalig starvsfólk til arbeiðis við tí endamáli at geva føroyskum og grønlendskum húskjum og fyritøkum eina framúr góða tænastu og ráðgeving í sambandi við eitt nú fígging, trygging, íløgur, pensjón og sethúsasølu.

Hesi starvsfólk eru okkara týdningarmesta tilfeingi, og uppgávan hjá Starvsfólkadeildini er at tryggja, at vit bjóða teimum øllum eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi, har smidligt innanhýsis samspæl millum fólk og deildir gevur kundunum ta bestu tænastuna. Tá ið vit hava starvsfólk, ið trívast og støðugt menna sínar førleikar, skapa vit samstundis fortreytirnar fyri, at vit sum fíggjarsamtak kunnu røkka okkara málum.

Tín yvirskipaða uppgáva verður at menna og framtíðartryggja starvsfólkaøkið og í samráð við stjórn og leiðslu at seta í verk átøk, ið stuðla undir yvirskipaðu strategisku ætlanirnar hjá samtakinum, soleiðis at ásett mál verða rokkin.

Uppgávur

Uppgávurnar á Starvsfólkadeildini eru fjøltáttaðar, og sum starvsfólkaleiðari fært tú m.a. ábyrgd av at:

  • samskipa og ráðgeva í sambandi við starvssetanir og onnur starvsfólkamál
  • ráðgeva og vegleiða í sambandi við fyrispurningar frá starvsfólkum og leiðarum
  • taka lut í sáttmálasamráðingum
  • skipa fyri førleikamennandi tiltøkum og útbúgvingartilboðum til starvsfólk
  • skipa fyri ymiskum trivnaðarátøkum
  • umsita lønarviðurskifti
  • tryggja skynsama útreiðslustýring
  • fáa til vega og gagnnýta hagtøl og dátur fyri starvsfólkaøkið
  • skipa fyri árligari starvsfólkakanning
  • tryggja, at innanhýsis vegleiðingar og mannagongdir verða gjørdar og dagførdar
  • tryggja greiða innanhýsis kunning um viðkomandi viðurskifti

Um teg

Vit sóknast eftir einum persóni til at leiða HR-strategiska arbeiðið á ein hátt, ið stuðlar undir yvirskipaðu ætlaninar hjá samtakinum. Vit vænta, at tann, ið settur verður, hevur:

  • drúgvar royndir úr starvsfólkaøkinum
  • viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
  • góðar leiðsluførleikar
  • góð samstarvs- og samskiftisevni
  • góða strategiska fatan
  • skipaða og analytiska tilgongd til uppgávur
  • skil fyri fíggjarstýring
  • hegni til at fáa til vega upplýsingar og dátur sum grundarlag undir HR-arbeiðinum
  • evni og áræði til at seta í verk tiltøk, ið stuðla undir framtíðar ætlanir

Harumframt hevur tað týdning, at tú ert álitisvekjandi og dugir væl at skapa sambond við leiðarar og starvsfólk í samtakinum.

Vit bjóða

Eitt avbjóðandi, spennandi og sjálvstøðugt starv við ábyrgd og góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning í einum nútímans og livandi arbeiðsumhvørvi.

Tú verður partur av einum dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkahópi, og saman fara tit at tryggja framhaldandi menningina av samtakinum og starvsfólkunum. Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.

Vit arbeiða miðvíst við at verða eitt burðardygt fíggjarsamtak og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk og eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum. Vit leggja dent á trivnað á arbeiðsplássinum, og at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.

Umsókn

Send umsókn, lívsrensl (c.v.), prógv og onnur viðkomandi skjøl til hr@bankin.fo í seinasta lagi 15. september 2024. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Turið F. Arge, forstjóra, á telefon 230 678 ella á tfa@bankin.fo.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið