Hotel Føroyar
Útgivið
5. september 2024
Útgongur
20. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú royndir við HR-arbeiði og kundi tú hugsað tær at arbeitt í einari fyritøku við nógvum ymiskum virksemi og einum fjølbroyttum starvsfólkahópi?

Gist&Vist leitar eftir einum starvsfólkaumsitara, sum hevur starvsroyndir við Fast Track-skipanini og arbeiðsloyvum, at arbeiða fulla tíð. Viðkomandi kemur at arbeiða í fyrisitingini hjá Gist&Vist við skrivstovu á Hotel Føroyum.

Um starvið
Tín høvuðsuppgáva verður at skipa fjølbroytta starvsfólkahópin í fyritøkuni.

Arbeiðsuppgávurnar fevna í stuttum um:

∙ Uppfylging og stýring av øllum starvsfólkasáttmálum
∙ Samskifti við fakfeløg, Vinnuhúsið og Útlendingastovuna
∙ At skráseta frítíð hjá starvsfólkum
∙ At skipa viðurskifti við arbeiðsloyvum
∙ At skipa viðurskifti hjá lærlingum

Um teg
Tú hevur royndir við HR-arbeiði og fert til verka við einum jaligum hugburði.

Harafturat vænta vit, at:

∙ Tú ert skipað/ur
∙ Tú trívist í einum bráðskiftandi umhvørvi
∙ Tú dugir at handfara ósemjur

Umsóknir og spurningar til starvið kunnu sendast til johannes@hotelforoyar.fo

Umsóknarfreistin er 20. september 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið