Vesturvón
Útgivið
24. april 2023
Útgongur
7. maj 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at gerast ein partur av dugnaligum starvsfólkahópi, so er tað kanska júst tær vit leita eftir. Vesturvón veitur nógvar ymiskar tænastur til borgarar í Vága - og Sørvágs kommunu, heimahjálp, sjúkrarøkt, dagtilboð, búpláss og annað.

Saman vilja vit tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.

Í móttøkuni kemur tú at taka tær av vanligum móttøku og skrivstovuuppgávum, skráseta rokningar og skjalfesta.

 

Søkt verður eftir:

Móttøkufólki til fast starv 11 tímar um vikuna at byrja 1. juni 2023 ella

eftir nærri avtalu

 

Vit vænta at tú:

Er fyrikomandi og blíð/ur

Hevur góð evni at samstarva og samskifta við starvsfólk, avvarðandi,

búfólk og vitjandi munnligt eins væl og skrivligt

Er skipað/ur í tíni tilgongd til arbeiðið

Hevur evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum, til dømis journalskipanina 360

 

Vit bjóða tær:

Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum

Góða innleiðslu

 

 

Meiri fæst at vita:

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jóngerð M. Nielsen, stjóra á tlf. 793201

 

Setanarviðurskifti:
Starvið er 11 tímar um vikuna, í dagtímum og í tøttum samstarvi við hitt starvsfólkið í móttøkuni. Starvsstaðurin er Heimið á Sýnini, Kálvalíðvegur 2, 370 Miðvágur.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið.

 

Fyrisitingarlig støða:

Móttøkufólkið hevur ábyrgd mótvegis stjóranum hjá Vesturvón.

 

Umsóknir:

Umsókn við skjølum skal sendast til: vesturvon@vesturvon.fo viðmerkt “Móttøkufólk”

Umsóknarfreistin er 7. mai 2023

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið