Lýsing
Hevur tú hug at gerast partur av okkara starvsfólkahópi og vera við at byrja nýggja vøggustovu á stovninum?
Okkum tørvar:
- 1 námsfrøðing at arbeiða 30-35 tímar um vikuna
- 1 hjálparfólki at arbeiða 30-35 tímar um vikuna
- 1 námsfrøðing at arbeiða 30 tímar um vikuna, tíðaravmarka frá 01.08.22-01.05.23 fyri námsfrøðing í farloyvi.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.
Størvini verða sett 01.08.22 ella eftir nærri avtalu.
Vit kunnu bjóða
Sankta Jósefs Barnagarður er elsti dagstovnur í Føroyum. Stovnurin er mitt í býnum, við góðum, fjølbroyttum uttandura leikumhvørvi, tætt við viðarlundina, ítróttarøki í Gundadali, Steinatún o.m.a. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, við vælvirkandi starvsfólkatoymum og einum fjølbroyttum gerandisdegi.
Sum starvsfólk kemur tú í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar at seta kósina í nýggju vøggustovuni. Harumframt veður tú partur av starvsfólahópi, ið leggur stóran dent á gott samstarv tvørtur um allan stovnin.
Vit vænta av tær at tú:
- kanst virka á einum høgum fakligum stigi í trá við námsætlan stovnsins
- ert fyrikomandi og samstarvsinnað/ur
- leggur dent á at skapa góðar, tryggar relatiónir
- tekur ábyrgd, ert sjálvstøðug/ur og hevur gott yvirlit
- dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði
- hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag saman við børnunum
- at tú ert við at menna námsliga arbeiði á stovninum
- at tú sært møguleikar heldur enn forðingar
Meira kunning um stovnin sæst á www.sanktajosef.fo
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Eyðnu Joensen, stovnsleiðara tlf. 212851. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn, saman við prógvi, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum, verður send til:
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi Hósdagin 02.06.22