Apoteksverkið
Útgivið
5. februar 2025
Útgongur
19. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú farmaseutur ella farmakonomur og hevur hug at royna teg á Eysturoyar Apoteki, so er møguleikin nú. Eysturoyar Apotek hevur í løtuni tíðaravmarkaði størv leys at søkja fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.

Høvuðsarbeiðsøkið er “skrankin”. Vit raðfesta skranka-arbeiðið høgt og vilja tí fegin hava, at tú, saman við okkum, gevur viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu og ráðgeving.

Vit vænta, at:

  • tú ert fakliga væl fyri
  • tær dámar at avgreiða viðskiftafólki
  • tú hevur góð samstarvsevnir
  • tú ert jalig/ur og ein góð/ur starvsfelagi
  • tú ert álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur
  • tú møtir væl upp

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss, har vit saman veita eina góða tænastu, samstundis sum vit verja og styrkja okkara góða arbeiðsumhvørvi og jaliga tónan.

Stutt um Eysturoyar Apotek og nærumhvørvið:
Apotekið er staðsett í Runavík, einans 15 min. frá Tórshavn umvegis Eysturoyartunnilin.

Í grannalagnum eru læknamiðstøðin, svimjihøllin (sum verður liðug í summar), Ítróttarhøllin “Bylgjan”, leikvøllur, bókasavnið og Løkshøll. Toftavatn liggur eisini í økinum, við eini vælgongdari gøtu runt um innara vatnið.

Umframt skranka-avgreiðslur eru postsendingar, veitan av heilivági og vørum til handkeypssølur, tannlækna- og læknaviðtalur, ellisheim, virkir o.l. í nærumhvørvinum.

Vit eru í løtuni áleið 16 starvsfólk, bæði farmakonomar, farmaseutar, farmakonomnæmingar og hjálparfólk. Apotekið hevur ISO-9001 góðkenning og skal endurgóðkennast í heyst. Apotekið samstarvar við onnur apotek í Apoteksverkinum.

Starvið er mett til 30 tímar/viku ella eftir avtalu og tíðaravmarkað til 31/12-2025. Lønt verður eftir galdandi sáttmála.

Tú kanst longu nú senda umsókn, CV og prógv umvegis hesa leinkju.

Meira fæst at vita við at venda sær til Ingun Hansen, apotekara (t-post: ingun.hansen@apotek.fo) ella Petsy Midjord, leiðandi farmakonom (t-post: petsy.midjord@apotek.fo)

Søk
Umsókn verður send sum teldupost til arbeiðsgevaran og avrit til starvsportal.fo
Legg fíla her leita lokalt...
Avrit av skjølum vera handliga strika í teldupostum hv. 3. mðr.
Persóndáta og GDPR
    Vit viðra og verja um tygara persónsdáta   Les meir her
    Captcha

    Líknandi størv

    Umbið Persónliga Fráboðan

    Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

    T-post Fráboðan

    T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

     

    Persónligi RSS Føðari

    Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
    Umbið

    Are you sure you want to delete this file?
    /