Lýsing
Kappingareftirlitið søkir eftir løgfrøðilesandi at byrja 1. september 2025 ella eftir nærri avtalu.
Um starvið:
Sum løgfrøðilesandi hjá Kappingareftirlitinum kemur tú at hjálpa fulltrúunum við uppgávur innan kappingarrætti og fyrisitingarrætti. Kappingareftirlitið er fyrisitingin hjá Kappingarráðnum og varar av at fyrireika mál um kappingaravlagandi avtalur, misnýtslu av ráðandi marknaðarstøðu, ólógligan almennan stuðul og eftirlit við samanleggingum, eins og at vit hava allar tær fyrisitingarligu uppgávurnar.
Í høvuðsheitinum kemur tú at arbeiða við lættari løgfrøðiligum uppgávum innan málsøkið hjá Kappingareftirlitinum. Uppgávurnar eru millum annað:
- Fyrireika kappingarmál
- Fyrireika framløgur og kunning um nýggjastu vitan innan kappingarrætt
- Málsviðgera kærur og innlitsumbønir
- Lógar- og kunngerðasmíð
- Røkja altjóða netverk innan kappingarrætt, sum Kappingareftirlitið luttekur í
- Fyrifallandi arbeiðið
Tínir førleikar
Vit vænta, at tú:
- Ert skipaður, fakliga væl fyri og kann arbeiða sjálvstøðugt
- Er stinnur í føroyskum og enskum í skrift og talu.
- Ert fyrikomandi, álítandi, góð samstarvsevnið og áhuga í kappingarrætti.
Vit bjóða
Á Kappingareftirlitinum ynskja vit at menna dugnaligar løgfrøðingar, har arbeiðsuppgávurnar fylgja menningini. Tí bjóða vit eitt spennandi og mennandi starv, har tað er møguligt at fáa innlit í kappingarrætti og øðrum viðkomandi lógarøkjum. Eisini leggja vit dent á trivnað og eru í einum felagsskapi á Vinnustovninum.
Setanartreytir
Starvið er tímalønt og vænta vit at tú kanst arbeiða umleið 8 um vikuna. Hædd verður tikið fyri royndum og feriu, tí lesnaðurin kemur í fremstu røð.
Lønin er sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.
Samband
Hevur starvið tín áhuga, send okkum eina umsókn við lívrensli og avrit av prógvum ella fyribils prógvum til kapping@kapping.fo seinast 11. august 2025.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Teitur Friduson Andreasen, løgfrøðing, á telefon 556042 ella teitura@kapping.fo