Lýsing
Dugni er endurbúgvingarstovnur, ið gongur á odda við nýskapandi arbeiðs- og útbúgvingartilboðum.
Endamálið hjá stovninum er at royna arbeiðsevnini hjá fólki, ið hava torført við at fáa ella at fasthalda arbeiði. Dugni arbeiðir miðvíst við at finna og menna førleikarnar hjá hvørjum einstøkum, so tey aftur kunnu gerast virknir samfelagsborgarar.
Dugni virkar fyri rúmligari arbeiðsmarknaði í Føroyum við millum annað at samstarva við arbeiðsgevarar, politikarar og myndugleikar.
Dugni arbeiðir við at fáa enn fleiri føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur til at taka sosiala samábyrgd, og geva fólki við avbjóðingum og skerdum arbeiðsførleikum eitt virkið arbeiðslív.
Í endurbúgvingarstovnunum hjá Dugna í Klaksvík, á Kambsdali, í Tórshavn og í Suðuroy arbeiða næmingar og fyritíðarpensjónistar í køki, á verkstøðum og í endurnýtsluhandlum.
Í skúlanum við Áir verður dentur lagdur á at menna fakligar og persónligar førleikar til at taka 9. floks prógv. Endamálið er at næmingar koma víðari í lestur, í læru ella í arbeiði.
Endurnýtsla og burðardygd
Dugni leggur stóran dent á burðardygd og endurnýtslu, og arbeitt verður miðvíst við at menna grøna profilin hjá stovninum.
Týdningarmikla tilfeingið, sum fólk hava latið Dugna, hevur givið stovninum ríkan íblástur og kveikt áhuga fyri víðari menning av burðardyggum verkætlanum.
Í stjórastarvinum
- stendur tú saman við stýrinum á odda fyri at styrkja arbeiðsførleikar við mennandi
arbeiðsvirksemi og útbúgving - samstarvar tú við dugnalig og framskygd starvsfólk og deildarleiðarar kring landið
- virkar tú fyri at gera arbeiðsmarknaðin í Føroyum rúmligari við miðvíst og áhaldandi at
ávirka politikarar og arbeiðsmarknaðin - stuðlar tú undir samstarv millum deildirnar í samband við verkætlanir og menningarátøk
- setur tú tíni fingramerki á eitt dynamiskt, spennandi og mennandi arbeiðspláss, har
starvsfólk trívast og mennast
Vit søkja ein stjóra, ið
- hevur viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir
- hevur skil fyri fíggjarstýring og kunnleika til roknskap, umframt góðar KT førleikar
- hevur góðar málførleikar í skrift og talu á føroyskum, skandinaviskum og enskum
- brennir fyri málbólkinum og virkseminum hjá Dugna
- er førur fyri at menna virksemið, deildarleiðararnar og starvsfólkini
- megnar at samansjóða deildirnar og samstarva breitt
- hevur koyrikort og regluliga vitjar deildirnar hjá Dugna kring landið
Stjórin vísir til stýrið fyri Dugna. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumanna starv.
Miðjað verður eftir, at nýggi stjórin byrjar 1. juni 2025, ella eftir nærri avtalu. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Elkin Klettheyggj, stýrisforkvinnu gerandisdagar millum kl. 8 og 16 á tlf. 233802 ella til Martin Karl Olsen næstformann á tlf. 213504.
Umsóknir við prógvum, C.V. og øðrum viðkomandi skjølum verður send til umsokn@dugni.fo.
Umsóknir skulu verða Dugna í hendi áðrenn mánadagin tann 7. apríl kl. 12.00. Samrøður verða í viku 17.