Lýsing
Stjórin í Kringvarpi Føroya er ikki bara ein stovnsleiðari, men hevur eisini í ávísan mun ábyrgdina av almennu upplýsingini, sum stuðlar undir føroyska mentan, fólkaræði og vælferð.
Miðlanýtslan hjá øllum aldursbólkum broytist áhaldandi við tøkniligu menningini. Miðlaúrvalið er størri enn nakrantíð, og føroyskt tilfar minkar lutfalsliga samanborið við útlendskt tilfar.
Kringvarp Føroya má sostatt fylgja væl við og tillaga seg fyri at varðveita leiklutin sum fremsti mentanarberi í landinum. Talan er sostatt um eitt arbeiðspláss í skjótari menning, har leiðslan má seta sær mál og gera sær miðvísar arbeiðsætlanir fyri alla framleiðsluna.
Um hetta ljóðar sum ein áhugaverd avbjóðing, so er stjórastarvið í Kringvarpi Føroya ivaleyst nakað fyri teg.
Niðanfyri er ein stutt lýsing av starvi og umsøkjara, men víst verður til Starvs- og persónsprofilin fyri umsøkjarar, sum vilja hava nærri at vita, hvat stjórastarvið í Kringvarpi Føroya inniber.
Les Starvs- og persónsprofilin her.
Starvið
Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya, sum er skipað eftir løgtingslóg nr. 61 um kringvarp frá 16. mai 2006 við seinni broytingum.
Stjórin setur eisini kósina fyri Kringvarp Føroya og situr við strategisku leiðsluni í samstarvi við stýrið og deildarleiðsluna.
Les alla starvslýsingina her.