Lýsing
Vilt tú standa á odda fyri einari altjóða fyritøku? Ynskir tú at seta høg mál og røkka teimum? Og vilt tú samstundis verða við til at byggja ein týðandi varða á leiðini?
So søk starvið sum stjóri í nýggja sølufelagnum hjá Varðanum.
UM FELAGIÐ
Talan er um eitt nýstovnað altjóða sølufelag, sum fer at standa fyri sølu av fiski og fiskaúrdrátti, umframt marknaðarføring og logistikki.
Talan er tí um eitt spennandi nýtt felag við góðum framtíðarútlitum og einum týðandi leikluti í at nøkta vaksandi altjóða eftirspurningin eftir føroyskum fiskavørum.
UM STARVIÐ
Sum stjóri verður tín fremsta uppgáva at uppbyggja, skipa og menna nýggja felagið, og at tryggja og styrkja støðuna hjá Varðanum á heimsmarknaðinum. Umframt, at eisini umboða felagið á fundum og tiltøkum uttanlands vera vanligu uppgávurnar millum annað at:
- Skipa bygnaðin og arbeiðsgongdirnar í felagnum
- Seta virkisskránna fyri kundabólkar og -marknaðir
- Skipa sølutoymið, marknaðarføringina og logistikkin
- Samstarva tætt við lyklapersónar í samtakinum og vinnuni
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt.
Løn og setanarviðurskifti sambært avtalu.
UM TEG
Vit leita eftir einum savnandi og skipaðum persóni, sum:
- Tekur ábyrgd og vil hava ávirkan
- Leggur leistin og fylgir honum á mál
- Megnar at skapa bæði stutt- og langskygd úrslit
- Hevur røttu royndirnar og eginleikarnar innan leiðslu
- Hevur viðkomandi útbúgving og royndir við sølu
UMSÓKN OG FREISTSo um hetta ljóðar sum nakað fyri teg, send so umsókn við lívsrensli og viðkomandi tilfari til hr@vardin.fo .
Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 16. desember.
UM TÚ VILT VITA MEIRA
Set teg so í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á tel. 29 16 85 ella rnj@vardin.fo.
Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði