Lýsing
Tórshavnar kommuna søkir eftir nýggjum stjóra til teknisku fyrisitingina at seta í starv skjótast gjørligt.
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv í politiskum umhvørvi, har tú kemur at standa á odda fyri tekniska økinum í kommununi. Í starvinum fært tú møguleika fyri at leggja til rættis og útinna bæði størri og smærri tekniskar verkætlanir, harímillum eisini býarskipan. Eisini umsitur tú sum stjóri tilbúgving, bygningsrakstur, vegir og renovatión eins og grøna orkuskiftið og spillivatnsætlan.
Í teknisku fyrisitingini eru tilsamans uml. 265 ársverk. Samlaða rakstrarjáttanin er uml. 250 mió. Haraftrat eru løgujáttanir í sambandi við byggiverkætlanir v.m.
Les um deildirnar í teknisku fyrisiting her: Tekniska fyrisiting