TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
19. januar 2023
Útgongur
5. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú vera við til at menna Tórshavnar havn sum maritiman flutningsdepil í Føroyum og í Norðuratlantshavinum?

Tórshavnar havn leitar eftir einum visionerum stjóra, ið megnar at gera strategiskar ætlanir sum røkka inn í framtíðina, samstundis sum raksturin av Tórshavnar havn verður framdur soleiðis, at allir møguleikar verða gagnnýttir.

Tórshavnar havn hevur greiðar og vælskipaðar uppgávur, sum verða framdar við væl skikkaðum starvsfólkum. Starvið sum stjóri fyri Tórshavnar havn setur serstøk krøv til leiðslueginleikar, og at talan er um ein person, sum við ágrýtni og stórum áhuga fer inn í uppgávurnar, sum spenna frá ítøkiligum avbjóðingum til strategiskar ætlanir, ið røkka inn í framtíðina.

Fyri rætta umsøkjaran er talan um serliga góðar møguleikar at geva íkast til menningina av Tórshavnar havn, eins og menna maritimar flutningskarmar og tænastuveitingar til fleiri av landsins størstu fyritøkum.

Nærri lýsing av starvinum, førleikakrøvum, setanartilgongd o.a. síggjast í stjóraprofilinum

Setanarviðurskifti

Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. apríl 2023, ella skjótast gjørligt. Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasáttmáli verður gjørdur, og møguleiki er fyri áramálssetan.

Umsókn og upplýsingar

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknir skulu verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. februar 2023.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra á telefon 28 09 09. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Tórshavnar havn

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið