Lýsing
Stjóri til FT Samskifti
LEYST STARV: Hevur tú dirvi at ganga á odda og mynda kósina hjá fyritøku við stórum samfelagsligum týdningi? Vit leita eftir stjóra til FT Samskifti, sum er kundavenda dótturfelagið í Føroya Tele-samtakinum.
FT Samskifti er kundavenda drívmegin í Føroya Tele-samtakinum, og fremsta málið hjá felagnum er at veita einfalt fjarskifti og altíð seta kundan í miðdepilin. Umframt allan kundafrontin byggir FT Samskifti á tøkniliga undirstøðukervið í samtakinum og hevur alt farnetið um hendi.
Felagið er sett saman av fakliga, fjølbroyttum starvsfólkahópi við samanlagt 102 starvsfólkum. Vit leita eftir stjóra, sum skal hava dagliga leiðslu av samlaða virksemi felagsins; herundir evstu ábyrgd av vinnu- og privatkundaøkjunum.
Um starvið
Sum stjóri hevur tú dagliga leiðslu av deildarleiðarum og ábyrgd av at samskipa deildirnar og leggja til rættis tilgongdir og rakstrar- og langtíðarætlanir fyri alt felagið. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv við uppgávum og ábyrgdarøkjum, sum røkka út í hvønn krók í felagnum.
Tú hevur ábyrgd av at seta strategi og mál fyri felagið, tryggja menning av verandi og nýggjum handilsøkjum og optimera tvørgangandi mannagongdir og uppgávur við hini feløgini í samtakinum og marknaðin.
Sum partur av leiklutinum samstarvar tú breitt í samtakinum og skal til eina og hvørja tíð ganga á odda fyri góðum samskifti og samstarvi við allar deildir. Tú ert partur av leiðslutoyminum á Føroya Tele og vísir beinleiðis til samtaksstjóran. Saman við leiðsluni hevur tú ábyrgd av inntøkum og útreiðslum umframt at seta mál og kós fyri felagið.
Væntanir og krøv
Føroya Tele er fjøltáttað samtak við stórum samfelagsligum týdningi, og tí er sera umráðandi, at tú hevur kunnleika til marknaðin og fjarskifti í breiðum týdningi. Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, drúgvar arbeiðsroyndir innan kunningar- og samskiftistøkni umframt hollar royndir innan fíggjarstýring.
Harumframt er tað fyrimunur, um tú hevur drúgvar leiðsluroyndir og stinnar førleikar at taka støði í heildarmetingum, bæði tá ið talan er um starvsfólk og felag sum heild. Vit ímynda okkum, at tú sært stórt virði í framhaldandi at tryggja kunda- og starvsfólkanøgdsemi og støðuga menning av vørum og tænastum.
Arbeiðsstaður og samband
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum í Hoyvík, og løn verður ásett eftir nærri avtalu. Um hetta ljóðar sum starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi 10. februar 2022. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Søk starvið her.
Tørvar tær at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Starvsfólkadeildina á sfd@ft.fo ella á tel. 243006.
Stutt um samtakið
Føroya Tele er framkomin tekniskt fyritøka, ið veitir samskiftistænastur. Talan er um samtak, sum fevnir um dótturfeløgini FT Samskifti, NET, Shefa og Televarpið umframt móðurfelagið. Omanfyri 180 fólk starvast í samtakinum og fjølbroyttir førleikar eyðmerkja starvsfólkahópin.