FarCargo
Útgivið
21. oktober 2025
Útgongur
9. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Vit leita eftir einum sjálvstøðugum og ágrýtnum flogteknikara ella handverkara innan aðra vinnugrein at byrja sum støðleiðari til heimstøðina hjá FarCargo.

FarCargo er føroyskt flogfarmafelag, har vit flúgva dagliga úr Føroyum til Belgia og til Írland við okkara flogfarið Boeing 757-223PCF, Eysturoy. Heimstøðin hjá FarCargo er á flogvøllinum í Vágunum, FAE, har dagligt viðlíkahald verður gjørt.

Dagliga viðlíkahaldið verður gjørt undir EASA-góðkenningini hjá felagnum Aeroservice ApS (EASA.DK.145.0109). Støðleiðarin verður partur av viðlíkahaldstoyminum, har arbeiðið er skipað eftir mannagongdum og loyvum hjá Aeroservice.

Starvið
Sum støðleiðari kemur tú at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum á heimstøðini hjá FarCargo.

Uppgávurnar í arbeiðinum umfata millum annað:

  • Samskipa dagliga virksemi á heimstøðini hjá FarCargo.
  • Ábyrgd av at røkta heimstøðina, amboð og útgerð.
  • Dagligt viðlíkahald av flogfarinum undir steðgi á FAE.
  • Feilsøking og -rætting.
  • Stuðul og umsjónarfólk vegna FarCargo undir handlingini av flogfarinum.

Tað kann verða neyðugt at ferðast við flogfarinum sum "flying-spanner", umframt at arbeiða á øðrum støðum eftir tørvi og nærri avtalu.

Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving, tað er tó ein fyrimunur um umsøkjarin er útbúgvin flogteknikari við einum EASA Pt. 66 AML í kategori B1.
Vit bjóða møguleika fyri at lesa til flogmekanikara, og/ella taka typerating til B757. Hetta kann vera staðbundin undirvísing uttanfyri Føroyar, talgildur sjálvlestur, ella ein blanding av báðum. Umsøkjarin skal hava bústað í Føroyum ella flyta til Føroyar við starvssetan.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Meira at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Andrew Djurhuus, tekniska leiðara, á tel. 22 21 81 ella við telduposti til andrewd@aeroservice.dk

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 9. novembur 2025.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið