Hoyvíkar skúli
Útgivið
14. april 2025
Útgongur
25. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025:

  • 1 fast lærarastarv
  • 3 tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal, avlopstímar og undirvísing í føroyskum
    sum annaðmál
  • 2 farloyvisstørv

Endaliga tímatalið til tíðaravmarkaðu lærarastørvini vegna lækkað tímatal, avlopstímar og
undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2025.

Vit sóknast eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild og við
linjugreinalestri í føroyskum, støddfrøði, donskum, enskum, myndlist, ítrótti, og alis/evnafrøði.

Eisini sóknast vit eftir lærara, ið kann átaka sær uppgávuna at undirvísa fremmandamæltum næmingum í føroyskum og stuðla teimum í øðrum lærugreinum í vanligu floksundirvísingini.

Høvuðsuppgávan hjá lærarunum er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er næmingalagað og verður skipað við atliti til persónligu, sosialu og fakligu menningina hjá einstaka næminginum.

Ráðleggingin fer fram í samstarvi og samráði við lærararnar í árgangstoyminum.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Harafturat verður hetta starv lýst leyst at seta í serskúlatilboðnum frá 1. august 2025:

  • 1 tíðaravmarkað lærarastarv. Setanarbrotið er 0,75 svarandi til 1350 árstímar.

Vit sóknast eftir lærara, ið verður partur av sjálvstýrandi toyminum í serskúlatilboðnum. Í
serskúlatilboðnum í Hoyvíkar skúla eru 16 næmingar í 1. – 9. flokki.

Høvuðsuppgávan er at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingina og skúladagin hjá næmingunum í samstarvi og samráði við sjálvstýrandi toymið í serskúlatilboðnum. Arbeitt verður út frá einstaklingalæruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá einstaka næminginum.

Uppgávan er eisini at integrera næmingar í serskúlatilboðnum í skúlaflokkarnar í Hoyvíkar skúla.

Førleikakrav: Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari. Tað kann vera ein fyrimunur at hava starvsroyndir við børnum við autismu ella líknandi avbjóðingum.

Tey, ið sett verða, skulu:

  • vera stundislig og nærløgd
  • vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð móti næmingunum
  • vera við til áhaldandi at menna skúlan

Í starvsfólkaleiklutinum í Hoyvíkar skúla leggja vit dent á:

  • Ábyrgd
  • Yrkisføri
  • Floksleiðslu
  • Samstarv
  • Trúfesti

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Størvini sum lærarar verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Umsóknin, við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 25.apríl 2025 kl. 13:00.

Umsóknin skal stílast til:
Hoyvíkar skúli
Att.: Anna Maria Reinert Jensen
Postboks 3073
FO-110 Tórshavn

Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: anna.maria.jensen@skulin.fo
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Onnu Mariu Reinert Jensen, stjóra, á telefon
290069.
_________________________________________________________________
Í Hoyvíkar skúla ganga 370 næmingar í 1.- 9. flokki
45 starvsfólk starvast í skúlanum
Vitjið okkum á hoy.fo

Líknandi størv

Skrivstovu- og roknskaparfólk   Faroe Islands nýtt
28. april 2025
Elektrikaralærlingur til Smyril   Faroe Islands nýtt
25. april 2025
25. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið