Klaksvíkar Kommuna
Útgivið
11. maj 2024
Útgongur
22. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á skúlatrøð eru tvey størv leys at søkja. Talan er um tímalønt størv á upp til 3 tímar hvønn skúladag, við møguleika fyri tillaging um ynski ella tørvur er á tí. Eisini søkja vit eftir sjúkraavloysara, ið kann trakka til eftir tørvi.

Arbeiðsuppgávur Daglig reingerð í hølum skúlans, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð. Ein samskipari er á skúlanum sum leiðir og deilir arbeiði ímillum starvsfólkini eftir tørvi.

  • Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, røkin og samstarvssinnað/ur.
  • Tú verður partur av størri toymi, har vit hjálpast at, men tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka um nýtsla skúlans broytist, hetta krevur fleksibilitet.
  • Vaska verður í dagtímum ímeðan virksemi er høgt og næmingar hava sína dagligu gongd og undirvísing, hetta krevur at tú dugir væl at leggja arbeiði til rættis.
  • Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum.

Dentur verður lagdur á gott samstarv ímillum øll starvsfólk á Skúlatrøð

Setanarviðurskifti
Talan er um tvey tímalønt størv á upp til 15 tímar um vikuna, møguleiki er at tillaga tímarnar til rætta starvsfólki. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar arbeiðskvinnu /mannafelag.
Arbeiðsdagurin er millum klokkan 13.00 og 18.00, har arbeiðsskema verður fylgt.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ingun G. Sørensen, samskipara, á tlf. 227168

Umsóknir
Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 22. mai 2024. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Reingerðarfólk til Skúlatrøð

Gev gætur, størvini verða sett skjótast gjørligt og kunnu verða sett leypandi sum umsóknir koma inn.

Skúlin á Skúlatrøð húsast í nýggjum, snotiligum hølum. Saman við teimum ymsu starvsbólkunum og næmingunum, ið øll, á hvør sín hátt, seta sín dám á gerandisdagin í skúlanum, hevur reingerðartoymi fokus á reinføri og at farið verður væl um skúlan.

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
26. februar 2026
26. februar 2026
26. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið