Lýsing
Søkt verður eftir einum ágrýtnum og fyrikomandi 3. meistara til Smyril.
Strandfaraskip Landsins hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkstoymi?
Søkt verður eftir einum ágrýtnum 3. meistara til Strandfaraskip Landsins at byrja 30. oktober ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv umborð á Smyrli.
Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Arbeiðsætlanin er í løtuni 14 dagar umborð og 14 dagar á landi. Umstøður eru at búgva umborð.
Ein treyt fyri starvið er, at tú kann loysa av uppeftir, so at SSL kann tryggja framhaldandi rakstur at skipum okkara.
Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá 3. meistaranum eru:
- at luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er.
- at hava eftirlit við maskinrúminum og allari tekniskari útgerð umborð.
- at fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan og harvið tryggja at alt er í góðum standi.
- at tryggja at arbeiðsgongdir eru í tráð við ásetingar frá maskinstjóra.
- at hjálpa til við at loysa og binda skipið við komu/fráferð.
- at avgreiða annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.
Førleikakrøv
- Útbúgving sum maskinmeistari
- Sjóvinnubræv sum vakthavandi maskinyvirmaður – STCW reg. III/1 ella hægri
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-2, A-VI/1-3, A-VI/1-4
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
- Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1
Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta á føroyskum og enskum.
Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook og Pre-Master.
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við ferðafólk, myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
Setan, løn og umsókn
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
Umsóknarfreistin er 14. september 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Maskinstjóran á Smyrli, á tlf 293141 ella teldupost smyril.maskinstjori@ssl.fo
Um Strandfaraskip Landsins
Strandfaraskip Landsins er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Strandferðslan hevur spjatt virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt og umsitur íalt 7 oyggjaleiðir, 23 bygdaleiðir og nakrar tyrluleiðir. Til at røkja hendan flutning hevur Strandferðslan átta ferjur. Bygdaleiðir eru útveittar til fimm privat feløg, sum røkja flutningin við 48 bussum. Tyrluflutningurin verður røktur av Atlantic Airways við tveimum tyrlum. Í 2024 var samlaða ferðafólkatalið útivið eina millión: Ferjurnar: 508 túsund ferðafólk og 140 túsund akfør. Bussarnir: 459 túsund ferðafólk. Tyrlurnar: 11 túsund ferðafólk.
Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeildir umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.
Starvið kann søkjast her