Strandfaraskip Landsins
Útgivið
12. februar 2026
Útgongur
1. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Áðrenn vit vita av, so er summarið komið, og tí sóknast Strandfaraskip Landsins eftir
skipsmanning, tvs. navigatørar, maskinmeistarar, maskinistar og dekkarar at avloysa
umborð á øllum skipunum hjá SSL.

Niðanfyri fært tú innlit í hvørji førleikakrøv eru til størvini. Talan er um tíðarskeiðið frá
fyrst í mai til síðst í septembur. Arbeiðstíðin verður fyriskipað í mun til galdandi
ferðaætlan hjá tí skipi, ein ynskir at avloysa umborð á.

Um tú sum umsøkjari bert er partvís tøkur hetta tíðarskeiðið, verður tú biðin um at
upplýsa, nær tú er tøkur.

Førleikakrøv navigatør:
- STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsførari/stýrimaður/skipari við handilsskipum
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
- Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2
- GOC in GMDSS STCW reg. IV/2

Førleikakrøv maskin:
- STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari/skipsmaskinistur
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

Førleikakrøv dekkari:
- Ófulltikin / Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
- Heilsuváttan (bláabók)
- Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Eldsløkking umborð á skipi STCW A-VI/1-2

Onnur viðkomandi krøv fyri øll størvini:
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum og
enskum. Harafturat er tað ein fyrimunur at hava kunnleika
til telduskipaninar Outlook og Pre-Master. Annars vænta vit, at tú hevur góðan
røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini, at tú
ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setan, løn og umsókn
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Starvið verður lønt sambært nevnda sáttmála.

Umsóknarfreist er 1. mars 20026.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningasamskiparan,
Ólavur Bech, á tlf. 293016 ella við at senda ein teldupost til olb@ssl.fo

Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum
frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólkaog farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23
bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav
725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu
Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og
høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið