Lýsing
Vit sóknast eftir talsterkum fólki til fíggjardeild okkara. Dámar tær at arbeiða við tølum,
greiningum og at hava góðan ordan í yvirlitum, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Strandfaraskip Landsins søkir eftir debitorbókhaldara til okkara fíggjarliga toymi, har tú
kemur at arbeiða tætt saman við fíggjarleiðaranum, tveimum bókhaldarum og einum
kontrollara.
Strandferðslan er ein livandi fyritøka, ið hevur nógvar ymiskar uppgávur. Vit hava tørv á
einum starvsfólki, sum ynskir at gerast partur av okkara menning, og sum hevur ein
opnan og forvitnisligan hugburð. Sum bókhaldari kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt, við
møguleika at ávirka egnan arbeiðsdag. Harumframt eru góðir møguleikar fyri egnari
fakligari og persónligari menning. Tíni talgildu arbeiðsamboð eru m.a. Skjalahald 360,
Búskaparskipan landsins og Buisness Central.
Tínar arbeiðsuppgávur verða m.a. hesar:
- Greina og avstemma inntøkur stovnsins
- Dagføra mannagongdir
- Greina hagtøl
- Senda rokningar
- Debitorrøkt
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikakrøv:
- Hevur viðkomandi útbúgving
- Hevur royndir at arbeiða við bókhaldi
- Hevur royndir innan almenna fyrisiting
- Hevur royndir við nevndu talgildu skipanum
- Hevur góðar telduførleikar
Í hesum starvi er ynskiligt, at tú ert virkin, nýhugsandi og sinnað/ur til broytingar. Vit
vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert ágrýtin, álítandi og tænastusinnað/ur. Eisini er
týdningarmikið, at tú dugir væl at samskifta bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú ert
effektiv/ur og stundislig/ur
Setan, løn og umsókn
Talan er um eina 30 tímar arbeiðsviku, har tín starvsstaður er á høvuðsskrivstovuni á
Tvøroyri. Starvið verður sett 1. november ella eftir nærri avtalu, og verður lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsóknarfreistin er sunnudag 21. september 2025 á miðnátt. Nærri upplýsingar um
starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Djurhuus, fíggjarleiðara, á tlf. 293021 ella á
teldupost til dad@ssl.fo.
Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjara, um ongin skikkaður umsøkjari er til
starvið.
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og
samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka
landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi
kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur
í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30
farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25
millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við
bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62
túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í
samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180
fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild
umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.