Strandfaraskip Landsins
Útgivið
4. december 2024
Útgongur
18. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum ábyrgdarfullum yvirstýrimanni til eitt tíðaravmarkað starv á Sildberanum fram til 1. januar 2028. Starvsbyrjan er 1. januar 2025

Strandfaraskip Landsins hevur eina lógarásetta flutningsskyldu av fólki og farmi. Hvønn dag røkja vit hesa skyldu við ágrýtni og dugnaskapi. Starvsfólk, skip og bussar eru við til at binda oyggjar, bygdir og fólk saman á tryggan og góðan hátt. Ynskir tú eisini at gerast partur av okkara fjølbroytta og dugnaliga starvsfólkatoymi? So er tað møguliga júst tær, vit sóknast eftir.

Søkt verður eftir einum ágrýtnum yvirstýrimanni til Strandfaraskip Landsins at byrja beinanvegin, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt tíðaravmarkað svar umborð á Sildberanum í tíðarskeiðnum frá 1.januar 2025 til 31.desember 2028.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá Sildberanum, sum hevur dagliga farleið millum Sand og Skúvoy. Arbeiðstíðin er tvær vikur umborð og tvær vikur frí.

Ein treyt fyri starvið er at tú kanst loysa av uppeftir. Hetta, fyri at SSL kann tryggja støðugan rakstur at skipum okkara.

Tínar høvuðsuppgávur

  • Yvirstýrimaðurin skal verða við til at tryggja ein skilagóðan dagligan rakstur.
  • Yvirstýrimaður skal hava eftirlit við, at trygdin er í tráð við føroysk og altjóða krøv, og leypandi meta um tørvin fyri viðlíkahaldi umborð.
  • Yvirstýrimaðurin skal saman við øllum øðrum starvsfólkum hjá SSL tryggja eitt gott samstarv við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar.
  • Yvirstýrimaðurin stendur fyri søluni av ferðaseðlum

Sum yvirstýrimaður vænta vit, at tú hevur:

  • Útbúgving sum skipari
  • Sjóvinnubræv sum heimaskipari við handilsskipum STCW reg. II/3 as Master
  • Dugnaskaparbræv í motorpassing
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
  • Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2
  • GOC in GMDSS STCW reg. IV/2

Onnur viðkomandi krøv
Í mun til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólkum á føroyskum, donskum og enskum.

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til hesar telduskipanir: Outlook og Pre-Master.

Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar. Vit vænta eisini at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Starvið er lønt í lønarflokki 2.

Umsóknarfreistin er mikudagin 18. desember 2024. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóhan Petur Hentze, skipara, á tlf. +298 293117, ella umvegis teldupost á johanph@ssl.fo.

Starvið kann søkjast her: Starvslýsing

Um Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip landsins er ein landsfyritøka, eitt reiðarí, undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Við lóg er ásett, at Strandferðslan skal lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Virksemið er spjatt kring landið allar dagar á árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur íalt 31 sjó-, landvegis og loftvegis farleiðir: 7 oyggjaleiðir, 23 bygdaleiðir og 1 tyrluleið. Flutningurin verður røktur við 7 ferjum og 48 bussum umframt tyrlunum. Raksturin av bussunum og tyrluni er útveittur. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið ein góð 1 millión, av hesum helvtin við ferjunum, hin helvtin við bussunum og 10 túsund ferðafólk við tyrluni. Flutt blivu harumframt 130 túsund akfør og ein týðandi nøgd av farmi. Starvsfólkahópurin er áleið 180 fólk, ið fyri tað mesta er skipsmanningar. Fyrisitingin er skipað í seks deildir: Fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovuna. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið